Lat sendistovuna í Tel Aviv aftur!
Til: Bárð á Steig Nielsen, landsstýrimann í uttanríkismálum
Vit, undirritaðu borgarar í Føroyum, krevja við hesum, at landsstýrið tekur stig til at stongja føroysku sendistovuna í Tel Aviv alt fyri eitt og steðgar øllum handilsligum samstarvi við Ísrael. Sum støðan er í dag, er ein føroysk diplomatisk og búskaparlig umboðan í Ísrael ein beinleiðis stuðul til eitt harðrent hersetingarveldi.
Bakgrund og grundgeving
Heimurin hevur í góð 2,5 ár verið vitni til ómenniskjasligar hendingar, har bæði altjóða dómstólar og mannarættindafelagsskapir hava staðfest álvarslig brot á altjóða lóg. Hesi eru millum annað:
• Fólkamorð og krígsbrotsverk: áhaldandi álopini á Gaza hevur kravt tíggju-, um ikki hundraðttúsundtals mannalív. Svøltan nýtt sum vápn og bumban av sivilum málum eru greið brot á Geneve-sáttmálan.
• Harðskapur og landastuldur í Vestara áarbakka: Samstundis sum kríggið herjar í Gaza, fer ein skipað og ólóglig yvirtøka fram á Vestara áarbakka. Ísraelskir niðursetubólkar, vardir av ísraelska herinum, fremja herverk, burturvísa palestinum frá sínum heimum og drepa ósek hvørja viku. Hetta er ein greið ætlan um at oyðileggja møguleikan fyri hjá palestinum at stovna ein stat. Legg til merkis: palestinar eru einasta statsleysa fólkið í heiminum.
• Etnisk reinsan í Libanon: Vit síggja nú sama ræðuliga mynstrið av hernaðarligari upptrapping og etniskari reinsan breiða seg í Libanon, har sivilfólk aftur gjalda hægsta prísin. Stjórnarlimir Ísraels dylja heldur ikki sínar ætlanir um at flyta ísraelska markið inn í suðurlibanon.
Okkara krav
Føroyar eiga at standa á røttu síðu í søguni. Vit mugu taka ábyrgd og halda okkara altjóða skyldu til at fyribyrgja fólkamorði.
Vit krevja tí, at:
1. Føroya Landsstýri letur sendistovu Føroya í Tel Aviv aftur alt fyri eitt.
2. Føroyar slíta øll handilslig bond við Ísrael, so leingi hersetingin, apartheid og brotini á altjóða lóg halda fram.
3. Landsstýrið alment fordømir fólkamorðið í Gaza, ránið av landi á Vestara áarbakka og hernaðarligu atsóknirnar í Libanon.
4. Landsstýrið tryggjar, at føroyskir almennir pengar ikki verða lagdir í fyritøkur, ið virka á hersettu økjunum.
Við samhuga við Palestina og Libanon – fyri rættvísi, mannarættindum og altjóða lóg.
Elisa Pállsdóttir Vang Seta teg í samband við høvundin av áheitanini