Betri ferða- og farmasamband til Nólsoyar.
Komandi fríggjadag kl. 11.00 fara vit at handa Jóhan Dahl landstýrismanni skriv og undirskriftir, um áheitan um betri ferða- og farmasamband til Nólsoyar.
Vit eru ígongd við at innheinta undirskriftir.
Ætlanin er at gera eina “happening” Miðlafólk koma og vónandi kann skúlin og barnagarurin eisini koma til havnar. Við hesum fáa vit sett fokus á okkara undantaksstøðu, so Landstýrismaðurin følir seg kroystan at gera okkurt.
Vit møtast á kaiini í havn, tá Silja Star kemur inn kl. 10.45. Eftir ætlan gongur leiðin fyrst niðan til Heðin Mortensen, sum vónandi kemur við, síðani yvir á Tinganes til Jóhan Dahl.
Tit eru vælkomin at gera okkurt burturúr við f.eks. skeltum o.a. Um onkur dugir at yrkja ein stuttan sang, hevði tað eisini verði stuttligt.
Møti fjølment
Vinarliga
Hugskots-bólkur fyri ferðasamband
Fráboðan frá stjórnaranum av hesi heimasíðuVit hava stongt hesa áheitanina og tikið burtur persónsupplýsingar hjá undirskrivarunum.Dátuverndarfyriskipan Evropasamveldisins (GDPR) krevur eina lógliga grund til at goyma persónsupplýsingar, og at upplýsingarnar verða goymdar so stutt sum møguligt. 75 |